Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndarøð: Tunghúshagin er høgligur

Norðlýsið

Áseyðaroyting 2014: Teir hava verið á fjalli í Tunghúshaganum, har teir lata væl at seyðinum í ár.

Áseyðaroyting 2014: Teir hava verið á fjalli í Tunghúshaganum, har teir lata væl at seyðinum í ár.

Tað var leygardagin 5. juli, at teir vóru á fjalli í Tunghúshaganum, har Einar Waag er festari. 36 ær og 35 lomb vóru upptald hendan dagin. Hagaparturin er høgligur, tí tað er lætt at koma til og størsti parturin av haganum liggur á eystursíðuni oman móti Klaksvíkini. Tunghúshagin liggur ímillum Innistovuhagan og Útistovuhagan. Allir hagapartarnir hoyra til Klaksvík. Í Tunghúshaganum halda teir, at lombini síggja væl út í ár.
Myndirnar niðanfyri eru frá fjalldegnum 5.juli. 

Hevur tú myndir frá áseyðaroyting í summar, so er at senda tær til info@nordlysid.fo 
Best er at viðmerkja, hvussu nógvar ær og lomb vóru upptald hendan dagin og kanska ein setning um, hvussu seyðurin sá út og raksturin gekk. Men hetta er als ikki nakað krav.