Keypmannahavn (Frederiksberg): Hesa vikuna skipar læraraskúli á Frederiksberg fyri náttúruvísindatiltakið, einum vísindafestivali fyri fólkaskúlanæmingum. Norðlýsið til staðar við myndatólinum.
Keypmannahavn (Frederiksberg): Hesa vikuna skipar læraraskúli á Frederiksberg fyri náttúruvísindatiltakið, einum vísindafestivali fyri fólkaskúlanæmingum. Norðlýsið til staðar við myndatólinum.
Í tríggjar dagar vitjað gott 7.000 børn náttúruvísindadagarnar, sum varða í tríggjar dagar. Byrjað var týsdagin og endað verður í morgin. Festivalurin kallast í ár fyri ”Natur og teknologi – hjerne og hjerte”.
Læraralesandi á ”Professionshøjskolen på Metropol” hava í alla seinastu viku og farna mánadag stríðst og strevast á ymsum økjum, til tess at fáa fleiri básar upp at standa. Básarnir hava allir hvør sítt fokus, men tó hava allir eitt vist tilknýti til náttúrulærugreinina og evnið á festivalinum ”heila og hjarta”.
Danski fólkaskúlin stríðist við at fáa náttúrulærugreinirnar at riggað til fulnar; hetta tí, at lærugreinin ikki hevur fingið nøktandi rúmd og virðing farnu árini. Tá ið undirritaði gekk í føroyska fólkaskúlanum varð hetta kallað “náttúra- og tøkni”.
Fyri líka sum at birta áhugan fyri lærugreinini, verða ymiss tiltøk sett í verk, og læraraskúlin á Frederiksberg gevur eisini eina hjálpandi hond við hesum festivalinum.
Næmingarnir, ið koma á vitjan, sleppa at royna alt í millum himmal og jørð. Tað er trupult at nevna alt, men úr rúgvuni kann nevnast, at børn og ungdómar sleppa at royna seg á alskyns økjum, eitt nú innan djóraheimin, teldutøkni, likam, heila, hjarta, angist, kaloriuteljara og mangt, mangt annað.
Undirritaði hevur verið til staðar allar dagarnar, og í dag eydnaðist at fáa nakrar myndir:




