Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndir: B36 – Víkingur

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

B36 spældi uttan fleiri av profilunum og vann stórsigur á føroyameistarum.

Endaliga úrslitið gjørdist 4-0 til B36. Talan var um góðan undirhaldandi dyst, har B36 var betra liðið, men har bæði liðini kundu fingið fleiri mál. Venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, hevur áður tapt stórt í hálvfinaluni í Klaksvíkskappingini (5-1 í 2014 við B36, blaðm.) uttan at tað hevur havt neiliga ávirkan á landskappingina, og tað vóna teir í Víkingi helst hendir aftur í ár. Hinvegin sá tað gott út hjá B36, har Róaldur Jakobsen vísti stórspæl og skoraði 3 av teimum 4 málunum hjá B36. Hitt málið skeyt Patrik Johannesen. 
Sostatt skal B36 spæla finaluna í morgin kl. 13.30, meðan Víkingur spælir kl. 13.00 um triðja plássið.