Tað bleiv ikki til nakað gullheiðursmerki til bátar úr Norðoyggjum í FM-kappróðrinum í gjár. Men í barnaróðrinum vann Tekla úr Klaksvík gull. Myndir frá kappróðrinum á Fjarðastevnu.
Tað bleiv ikki til nakað gullheiðursmerki til bátar úr Norðoyggjum í FM-kappróðrinum í gjár. Men í barnaróðrinum vann Tekla úr Klaksvík gull.
Úrslitini lagaðu seg soleiðis í gjár, at í fimmmannaførum hjá gentum endaði Fípan Fagra á triðja plássi aftanfyri Firvald og Silju.
Páll Fangi, sum rør í seksmannaførum hjá monnum, endaði í gjár á triðja plássi aftan fyri Rádna og Tvørabátin.
Í fimmmannaførum hjá kvinnum endaði Ritan á øðrum plássi aftanfyri suverenu Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði.
Í tíggjumannafarsróðrinum endaði Klaksvíkingur á øðrum plássið aftanfyri Drekan Reyða av Argjum.
Men vit mugu ikki gloyma, at Tekla vann gull í barnaróðri. Undirritaði var ikki á staðnum tá og tískil eru ongar myndir av teimum um borð á Teklu, tíanverri.
Her er nakrar heilt fáar myndir frá kappróðrinum á Fjarðastevnu:




