Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndir: Fólkið, bókin og landið

Orð og myndir: Dávur Winther

Hetta er heitið á framsýningin, sum lat upp í býráðssalinum í Klaksvík í kvøld. Dávur Winther, mentanarleiðari setti framsýningina, segði nøkur orð og beyð vælkomin.

Framsýningin, sum er skipað av Vinafelagnum Føroyar-Ísrael, er opin alla vikuna til komandi týsdag.

Henda framsýningin hevur ferðast víða – Hon hevur verið sýnd í UNESCO-høvuðssætinum í París, í ST í New York, í Knesset í Jerúsalem, í Kongressini í Washington D.C., í Vatikaninum í Rom og aðrastaðni við – og nú í býráðshøllini í Klaksvík.

Her er talan um eina søguliga framsýning, sum UNESCO og SIMON WIESENTHAL-stovnurin hava lagt til rættis. Hon er bygd á eina drúgva granskingarverkætlan,og gevur okkum gott innlit í tað 3500-ára langa sambandið millum Jødafólkið og Heilaga Landið, líka frá bíbilska upprunanum í fornaldar kongaríkum undir Dávidi og Sálomon, frá grundan Jerúsalems til seinna Templið verður lagt oyðið, frá rómversku hertøku Judea til byrjan kristindómsins og so frameftir.

Í desember ber til at síggja hesa framsýningina í Perluni í Tórshavn 1. til 8. desember.