Í morgun klokkan 10 gingu børn úr øllum dagstovnunum í Norðoyggjum skrúðgongu gjøgnum miðbýin í Klaksvík í allar fagrasta veðri.
Gingið varð av Sandinum og niðan á vøllin við Djúpumýru, har ymisk sang- og rørsluspøl vóru á skránni fyri tey 3-7 ár gomlu. Yngstu børnini vóru á økinum uttanfyri Dr. Margrethu Barnagarð.
Her eru myndir frá tiltakinum.




