Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndir frá framsýningini hjá Kvøldskúlanum og Føroya Handarbeiðsskúla

Kvøldskúlin

Framsýningin var sera væl eydnað og væl vitjað. Heilt fitt av avbygdafólkið var eisini komið at njóta fjølbroyttu framsýningina, sum bjóðaði ymiskt handarbeiði, málningalist, fotolist, heilsukafé, tónleik og dansiframførslur.

Sum nakað nýtt var livandi framsýning av føroyskum klæðum, sum Paulina M.K. Eliasen skipaði fyri, og tað var mikið áhugavert, tí hon greiddi frá ymiskum í sambandi við føroysku klæðini.

Útlendingar, sum hava gingið til undirvísing í føroyskum máli og mentan, fingu eina váttan, og tey sungu eisini Klaksvíkssangin. Tað var ein rørandi løta. Eisini blivu prógv handað til teir, sum hava tikið Dugnaskaparskeið í sigling.

Hetta skúlaárið hava íalt 980 næmingar gingið á Klaksvíkar kvøldskúla og Føroya Handarbeiðsskúla, og ein partur av øllum virkseminum var at sýggja á framsýningini.

Vit takka fyri myndirnar, sum Anton Højgaard hevur tikið saman við sínum næmingum, sum hava gingið til fotoskeið hjá honum í vetur.