Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndir frá í gjár

Oliver Joensen

Í gjárkvøldið fóru vit báðir undirritaði og Árni Elttør ein gongutúr í Skúvadal. Sum so mong onnur kvøld í summar so var veðrið av tí allar fagrsta. Skjótt gongur tíðin – tað eru longu um tvær vikur síðani at lomvigin fór úr bjørgunum, í morgin sigst lundin eisini fara og seinni í vikuni er tað ritan sum sleppur rókunum. 

Tó, vit sóu nakað av fugli á okkara túri í gjár, ikki minst hugaligt var at hoyra ein lóm fara vestureftir høgt omanfyri okkum. Í Skúvadalshúsinum var hugnaligt og fjálgt og gestabókin segði at nógvar vitjanir hava verið har í vár og í summar. Hóast fuglarnir fara, so er sannlíkt at nógvar vitjanir vera í Skúvadal í heyst nú fólkið er komið aftur til dagligdagin eftir summarfrítíðina.