Týska landsliðið hevði sína fyrstu og einastu venjing á Tórsvølli í kvøld.
Áhugin fyri landsdystinum týskvøldið er sera stórur. Sera nógvir fjølmiðlar eru komnir úr Týsklandi og vónirnar í Týsklandi fyri einum góðum úrsliti bæði í morgin og í Brasil næsta summar eru góðar.
Týski hópurin sá út til at hugna sær í góðveðrinum í kvøld. Eisini merktist tað uttan fyri hegnini, at talan er um nakað serligt, tí nógvir føroyingar vóru eisini og fylgdu við venjingini.




