Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndir: Grindadráp uttan trupulleikar

Jákup Ósá

Lagið var gott á grindafólkunum, sum luttóku í drápinum í Hvannasundi morgun.

Tað var ódramatiskt tá grind var hildin til í Hvannasundi i morgun.

Onkur taldi 21 hvalir, sum vera býttir í drápspartar. Sjálvt drápið gekk sera væl hóast tað mangan hava verið fleiri fólk við. Einki sást heldur til nakran frá Sea Shepherd, men løgreglan var hóast hetta væl mannað bæði á sjógvi og landi. Onkrir útlendingar, ið ikki hoyra til Sea Shepherd, vóru á staðnum og filmaðu tað, ið gekk fyri seg økinum. Sum skilst var hetta gjørt í samráð við grindamannafelagið.
Norðlýsið upplýsir seinni, nær seðlarnir koma út. Myndirnar eru tiknar í Hvannasundi og Norðdepli í morgun.