Stóra kampingøkið á Summar Festivalinum fyllist og verður helst fult í dag.
Stóra kampingøkið á Summar Festivalinum fyllist og verður helst fult í dag.
Kommunan við Jóhann Peturi Jakobsen o.ø. á odda stríðast við at leggja skerv á vánalig lendi á kampingøkinum, ímeðan gestir prýða húsvognar og strekkja tjøld.
Lagið er avbera gott. Blíðsemi manglar heldur ikki og er ikki minni, nú tað stundar til val. Tað eru valevni á staðnum.
Veðrið er eisini nógv betri enn í gjár og tað elvir til breiðari smíl, vitandi um at veðrið verður enn betri í morgin. Veðurforsøgnin lovar góða ætt í Klaksvík dagarnar á Summar Festivalinum.
Í morgin klokkan 20.00 skjýtur Annika Malunardóttir Summar Festivalin 2015 í gongd við ársins fyrstu framførslu.
Her eru nakrar fáar myndir av rokanini á kampingøkinum:




