Eg spurdi ein sandoying, um hann ikki fór uppí køina til Hanus? Nei, dekan fari: ”Køin til Fisk & Chips byrjaði uppi við tunnilin, so tað verður av ongum”, segði hann við einum smíli.
Køin til Køin til Fisk & Chips frá Hanus byrjaði uppi við Fornminnasavnið
Hópin av fólki hava hugnað sær allan fyrraparin á Føroya Sjómannadegi. Skip og bátar løgdu at landi, sungin varð fyrsta ørindi av tjóðsanginum, boðið varð til morgunmatarborð – síðani beyð Jógvan Skorheim, borgarstjóri vælkomin og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal setti 12. Sjómannadagin.
Tó at Hanus Hansen hevði útvega sær munandi størri køksbúnað, so útflýggjanin av Fisk & Chips skuldi ganga skjótari, sum tað eisini gjørdi, so var bara tað ”gleðiliga”, at køin til henda forkunnuga og vælsmakkandi bitan frá Gadus, var tvífalt so long sum í fjør.
Eg spurdi ein sandoying, um hann ikki fór uppí køina til Hanus? Nei, dekan fari: ”Køin til Fisk & Chips byrjaði uppi við tunnilin, so tað verður av ongum”, segði hann við einum smíli.
Veðrið var av tí allar besta og allar búðirnar á tremur við fólki, sum øll hugnaðu sær og vóru í góðum lag.




