Liverpool tapti fyrr í kvøld Europa League finaluna 3-1 fyri Sevilla. 1200 fjepparar høvdu funnið saman í Keypmannahavn, men gleðin fekk ein bráan enda. Sí video og myndasavn.
Liverpool-fjepparar í Danmark: Liverpool tapti fyrr í kvøld Europa League finaluna 3-1 fyri Sevilla. 1200 fjepparar høvdu funnið saman í Keypmannahavn, men gleðin fekk ein bráan enda. Sí video og myndasavn.
Tað var annars Liverpool, sum legði seg á odda í fyrra hálvleiki við einum góðum máli frá Daniel Sturridge. Men Liverpool var illa nokk komið út úr skiftingarrúminum, tá ið Sevilla javnaði til 1-1.
Liverpool fekk sum kalda spann út yvir høvdið, og raknaði ikki við aftur í seinna hálvleiki. Endin var at Sevilla bæði kom fram um og økti um leiðsluna til 3-1.
Undirritaði var til staðar á Østerbro Stadion, og har var rómur, men bert til fyrri hálvleikur byrjaði; og alt skrædnaði.
Men áðrenn dystarbyrjan var rómurin góður og tað er tað, sum bæði tær livandi og tær stillu myndirnar hava fangað.
Ger so væl:




