Nøkur tiltøk eru byrjað og onnur byrja hvørja løtu. Silvalandið lat upp klokkan 14.00 og pottarnir við Sparikassan lata upp klokkan 15.00.
Andrias Ellingsgaard heitir á kaldar kroppar um at koma at hita seg í pottunum klokkan 15.00. – Tað verður saaaliga lekkurt, leggur hann afturat.
Grillteam flusti eplir í alt gjárkvøldið og tað er nú skjótt klárt at steikja tann fyrsta búffin, sigur Benjamin.
Stóri pallur kom í gjárkvøldið, til tíðina, og tað verður klárt til brakið við Cliff Richard í kvøld, sigur Steintór Rasmussen.




