Í vetur hava átta menn gingið til trolbøting og spleysing í hølunum, sum Vónin hevur keypt frá Bakkafrost. Lærari hevur verið Jógvan Sigurd Sivertsen, ið hevur siglt sum netamaður og hevur arbeitt á Vónini.
Tíðindaskriv – Klaksvíkar Kvøldskúli: Í vetur hava átta menn gingið til trolbøting og spleysing í hølunum, sum Vónin hevur keypt frá Bakkafrost. Lærari hevur verið Jógvan Sigurd Sivertsen, ið hevur siglt sum netamaður og hevur arbeitt á Vónini.
Jógvan Sigurd sigur, at tað er ein fyrimunur at kunna læra seg grundleggjandi teknikkir á sløttum gólvi og undir avslappaðum umstøðum, tí umborð á skipi eru ikki altíð so góðar stundir til at læra, tí alt skal ganga so skjótt fyri seg.
Á skeiðnum hevur verið arbeitt at læra næmingarnar at bøta vanligt net so sum hol og tungur, seta stykkir í, leysa síður saman, spleysa flættaðan enda og gera ymiskar knútar og annað.
Stóra høllin í gamla kryvjivirkinum er ikki rættiliga klár enn, so skeiðið hevur verið hildið í rúmligu kantinuni.




