Víkingur kom á odda eftir brotsspark, sum Hanus Jacobsen skoraði uppá. KÍ var annars væl við í fyrra hálvleiki sum so ofta fyrr, men sum vanligt dalaði avrikið nógv í seinna hálvleiki. Tá ein tími var leiktur avgjørdi Víkingur dystin, tá Finnur Justinussen skoraði. Í seinasta álopinum í dystinum minkaði Páll A. Klettskarð um munin, men Víkingur vann 2-1 og tryggjaði sær 3 sera týðandi stig.
Myndir: Eyðbjørn Jacobsen
Sum væntað vann Víkingur dystin í Klaksvík í dag.
Víkingur kom á odda eftir brotsspark, sum Hanus Jacobsen skoraði uppá. KÍ var annars væl við í fyrra hálvleiki sum so ofta fyrr, men sum vanligt dalaði avrikið nógv í seinna hálvleiki. Tá ein tími var leiktur avgjørdi Víkingur dystin, tá Finnur Justinussen skoraði. Í seinasta álopinum í dystinum minkaði Páll A. Klettskarð um munin, men Víkingur vann 2-1 og tryggjaði sær 3 sera týðandi stig.
Um KÍ avrikið er at siga, at fyrri hálvleikur var nakað av tí besta, ið liðið hevur víst seinastu umførini. Men í seinna hálvleiki misti KÍ takið á dystinum og heldur ikki innskiftu leikararnir megnaðu at broyta nakað uppá dystargongdina. Hjá Víkingi sær út sum, at venjara effektin hevur givið gott úrslit. Tí Víkingur nærkast ovaru liðunum við sigrinum í dag.




