Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndlist: Hugaverðs myndir

(Norðlýsið – Tíðindi)

10. flokkur í Fuglafjarðar skúla sýnir fram myndir í Ribarhúsi

Í hesum døgum sýna næmingar úr 10. flokki í Fuglafjarðar skúla fram myndir í Ribarhúsi, sum tey hava gjørt í seinastuni í lærugreinini myndlist. Til skjals eru málningar, tekningar, vatnlitsmyndir, leirarbeiði og onkur collage. Nakrar myndir eru parafrasur yvir myndir hjá Sámal J. Mikenes. Annars eru myndirnar úr hugaverð næminganna.

Parafrasa verður brúkt í skaldskapi, t. d. skaldskapur á bundnum máli verður gjørdur um til skaldskap á óbundnum máli. Tú kanst eisini í tónleiki gera eina fría tónamynd burtur úr einum tónleikastykki og mála umaftur eina mynd (málning) hjá einum listamanni til øðrvísi mynd sum t. d. hjá Mikenesi, har heitið er: Skipini fara, so heldur mála eina mynd, har Skipini koma í øðrum litum.

Framsýningin er opin allan hendan mánaðin. Opið er mán.- fríggjadag 15:00-17:30 og leygardag 11:00- 13:00.