Alla myndlistina hjá heiðursborgaranum Williami hevur Bárður Jákupsson savnað seinasta árið í eina sjaldsama stórbæra bók. Hetta stórverkið verður lagt fram á Reinsarínum mentanarnáttina kl. 20.00. Ímillum framløgupartarnar spælir BUDAM (Búi Dam, Dánjal á Neystabø og Per I. Højgaard)
Tíðindaskriv:

Hetta kvøldið fara vit á eina hugvekjandi og skemtingarsama ferð saman við Bárði gjøgnum myndlistina hjá William, frá tí at hann var heilt ungur, til hann á ellisárum legði frá sær. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar kommunu, fer eisini at hugleiða um heiðurs- og heimsborgarin William. Og so verður kvøldið kryddað við sniðfundigu tónunum hjá Budam.
So kom endiliga oman á Reinsaríið kl. 20 mentanarnáttina og njót Williamska alheimin í vælvaldum orðum og kveikjandi myndum á stórskíggja. Njót eisini tónleikin, sum úrmælingarnir ganda fram, fá tær eina øl og hugna tær í góðum mentanarnáttarlag.
Bókin kostar vanliga 498 krónur, men fæst fyri 400 kr í Reinsarínum mentanarnáttina!
Skrá:
20:00 Vælkoma
20:10 Heiðursborgarin og heimsborgarin – Helena Dam á Neystabø
20:20 BUDAM
20:30 Um myndlistamannin William Heinesen I – Bárður Jákupsson
20:50 Steðgur
21:10 Um myndlistamannin William Heinesen II – Bárður Jákupsson
21:30 BUDAM