Konsert hjá næmingum í Klaksvíkar Tónlistarskúla verður í Atlantis mikukvøldið kl. 20:00
Talan er í høvuðsheitum um næmingar, sum hetta seinasta hálva árið, umframt vanligu privatu undirvísingina, eisini hava fingið nakrar tímar í samanspæli. Tað verður hetta, sum teir fara at royna at framføra á hesi konsertini.
Tann eini bólkurin sum framførir hetta kvøldið, er ein bólkur undir leiðslu av Magna Husgaard og Boga Lútzen. Bólkurin er mannaður av violin næmingum hjá Boga Lútzen, guitar næmingum hjá Magna Husgaard og bass næmingum hjá Bjarka Meitil.
Ein annar bólkur sum framførir hetta kvøldið, er ein bólkur undir leiðslu av Bjarka Meitil og Høgna Klakkstein. Hesin bólkurin er mannaður av bass næmingum hjá Bjarka, trommu næmingum hjá Høgna, guitar næmingum hjá Magna og einum klaver spælara.
Møguliga verður ein bólkur við guitar næmingum hjá Magnus Jacobsen (Maggi) eisini við.
Onkrir sangarar úr nærumhvørvinum koma eisini at syngja við til nøkur av løgunum.
Fyri at næmingarnir skulu fáa kensluna av at framføra á einum professionellum palli, verður konsertin hildin í Atlantis, við ljóð-anleggi, ljósi og tí heila. Tískil standast nakrar útreiðslur av konsertini og áhoyrarar mugu tískil rinda fyri konsertina, men vónandi setast fólk ikki aftur tess vegna. Tó hava foreldur hjá næmingunum ókeypis atgongd.
Atgongumerki á kr. 70,- fáast á Shell-støðini í Klaksvík, og í Atlantis ½ tíma áðrenn konsertina.
Sí meir á heimasíðuni hjá Atlantis: Klikk her




