Kappingin “Ungt Virki” verður í SMS komandi vikuskifti. Í ár luttaka 5 ymisk virki frá HT-útbúgvingini á Tekniska Skúla í Klaksvík
Næmingarnir, sum ganga 1. árið á HT deildini í Klaksvík luttaka í kappingini Ungt Virki og eru nú í fer við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar, áðrenn farið verður til Havnar at kappast ímóti virkjum frá øðrum miðnámsskúlum í komandi viku.
Kappingin er á Torginum í SMS har hvørt virki hevur bás, har lutirnir, teir hava framleitt verða seldir. HT deildin luttekur í ár við 5 ymiskum virkjum.
Opulentia framleiðir og selur smykkur úr horni
Heavy Metal framleiðir og selur fløguhaldara
Odor framleiðir og selur sápur og ljós
Sjoku framleiðir og selur sjokuláta í dós
Mouse House framleiðir og selur músakassa
Umframt framleiðslu av lutunum hava næmingarnir gjørt virkisætlan og skriva verkætlan, sum er partur av kappingini, og harumframt skulu teir hava framløgu fyri dómarunum í Havn.
Básarnir lata upp í SMS hósdagin 19. mars og eru opnir til leygardagin, tá vinnarnir verða kosnir.
Í fjør vann bólkurin Hvista, frá HT deildini. Tey høvdu gjørt eina slang-orðabók.
Vinnandi bólkurin fer víðari til Danmarkar at kappast ímóti bestu bólkunum har.




