Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næmingar vitjaðu Norðlýsið

Jóhann Lutzen

Fríggjamorgunin fingu vit á Norðlýsinum vitjan av einum yrkisnámsflokki á EL-breytini á Tekniska Skúla

Fríggjamorgunin fingu vit á Norðlýsinum vitjan av einum yrkisnámsflokki á EL-breytini á Tekniska Skúla

Yrkisnám er ein av fleiri útbúgvingum, sum Tekniski Skúli bjóðar út og tey hava eisini sokallaði almenn fak. Eitt av hesum fakunum er samfelagsfrøði og tey vóru komin á redaktiónina at frætta nærri um ymsar miðlaspurningar – t.d. um Norðlýsið var sær uppgávuna vaksin sum fjórða statsvald. 
Omaná ein góðan kaffimunn settu tey ungu fleiri viðkomandi spurningar,  m.a um tørvur var á einum miðli sum Norðlýsið og um hvat Norðlýsið serliga legði dent á. Næmingarnir fóru avstað við góðari kunning, sum tey óivað fara at nýta í undirvísingini seinni.