Í kvøld er síðsta freist at søkja inná Miðnám. Ein av breytunum ið søkjast kann inn á, er Tøknibreytin á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Tøknibreytin kann geva nógvar møguleikar – niðanfyri greiðir Tekniski Skúli frá nøkrum av teimum næmingum, ið hava tikið teirra miðnámsútbúgving á Tøknibreytini:

Joan Petri Olsen, fyrrverandi næmingur á Tøknibreytini, er útbúgvin tannlækni og hevur sína egnu tannklinikk í Føroyum.

Gunn Joensen, fyrrverandi næmingur á Tøknibreytini, lesur støddfrøði á Københavns Universitet.

Maria Brim Trondheim, fyrrverandi næmingur á Tøknibreytini, er útbúgvin lækni og skjótt liðug við klinisk basisuddannelse í Danmark.


