Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nær eitt valdømi?

John William Joensen

Tá søgumenn í framtíðini fara at viðgera vallógarbroytingar til føroyska løgtingið, fara teir eisini at taka støðu til, nær Føroyar gjørdust eitt valdømi.

Eftir orðaskiftinum í ár at døma høvdu vit roknað við, at teir fara at siga, at hetta hendi í 2007.

Men er hetta vist?

Nógv bendir á, at teir heldur fara at siga, at henda broytingin fór fram í 1923.

Tá løgtingið varð sett á stovn í 1852, varð ásett, at tingmenn vórðu valdir í sjey valdømum. Tey, ið búðu í hesum valdømum, gjørdu sjálvi av, hvør ið skuldi fara á ting at umboða tey.

Í 1923 varð hetta broytt, og Føroyar gjørdist eitt valdømi.

Vit høvdu tá fingið politiskar flokkar, og nú vórðu atkvøðurnar til hesar flokkar lagdar saman í eitt tal fyri alt landið, og fingu flokkarnir umboðan á tingi í tann mun, teir høvdu atkvøður í øllum landinum, í hesum eina valdøminum.

Tey fyrrverandi valdømini gjørdust nú uppstillingardømi.

Flokkar stillaðu upp listar í teimum, og tær atkvøður, hesir listar fingu, vórðu lagdar saman fyri alt landið. Í fyrstu syftu fingu flokkarnir nøkur umboð í uppstillingardømunum, men var hetta tal ov lítið, vórðu nakrir tingmenn lagdir afturat, og tí kundi tað koma fyri, at ein tingmaður í einum uppstillingardømi kom á ting ikki av tí at tey fólk, sum kendu hann, høvdu valt hann, men av tí at onnur aðrastaðni í landinum høvdu greitt atkvøðu fyri hesum flokki.

Í hesi skipan var ein leivd av tí demokratiska lyndi, sum var í upprunaligu løgtingsvallógini frá 1852.

Nú í 2007 hendir tað, at sjálvt hesin demokratiski snøkil verður burturbeindur. Nú skulu vit ikki longur hava 7 uppstillingardømi, men bert eitt.

Tað er gott klárað at selja hetta undir heitinum av demokratiskum framstigi. Tá verður avgjørt siglt undir følskum flaggi.

Zakarias Wang