Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nær fáa Føroyar eina náttúruverndarlóg?

Bjørt Samuelsen, tingkvinna

Bjørt Samulesen tingkvinna hevur sett landstýrskvinnuni í náttúruverndarmálum Sirið Stenberg soljóðandi fyrispurning til tingfundin í morgin kl. 11

* Nær fáa Føroyar eina veruliga náttúruverndarlóg?

* Hvussu langt er komið áleiðis at smíða uppskot til náttúruverndarlóg og nær væntar landsstýriskvinnan at leggja uppskotið fram?

* Hvørji umhvørvis- og náttúruøki fara at verða betri vard í mun til í dag?

* Verða eitt nú ásetingar um vernd av hóttum fugla-, djóra- og plantusløgum, viðbreknum lendi, áum og vøtum?

* Er fíggjarlig og umsitingarlig orka sett av til at umsita lógina væl?

* Eru fak- og áhugabólkar, við besta innliti í náttúruvernd, við í arbeiðinum, og um ja, hvørjir?

Viðmerkingar:

Føroyar hava eina náttúrufriðingarlóg, men onga náttúruverndarlóg. Friðingarlógin kann røkka parti av umhvørvis- og náttúruverndini, men ikki allari. Fá lond er so beinleiðis og í flestu lutum so ella so tengd at náttúruni, sum Føroyar eru. Tó verður ikki mett, at umhvørvið, viðbrekin náttúruøki, djóra- og plantusløg eru nóg væl vard við verandi friðingarlóggávu.

Í samgonguskjalinum verður greitt staðfest, at: “Umhvørvis- og náttúruvernd skulu uppraðfestast til gagns fyri verandi og komandi ættarlið. “ Landsstýriskvinnan hevur alment boðað frá, at arbeitt verður við hesum, men enn er eitt lóggaruppskot ikki komið til viðgerðar.