Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nær koma fuglarnir?

Oliver Joensen

Nú er tíðin, tá ið flytifuglarnir leita aftur higar til lands. Fyri fleiri av hesum fuglum hava vit neyva dagfesting fyri, nær teir koma. Men er henda dagfesting altíð røtt?

30. mars 2009

Flestir føroyingar vita, at tjaldrið kemur á grækarismessu, og fleiri vita eisini, at lundin kemur á summarmála. Men hvaðan hava vit hesar upplýsingar?

Fuglabókin eftir Mikkjali á Ryggi gevur okkum hesar dagfestingar fyri komudagin hjá okkara best umtóktu flytifuglum:
25/01
Súlan í Mykineshólm
25/01
Lomvigin undir land
24/02 Lomvigin tekur bergið
11/03
Rytan í bjørgini
12/03 Tjaldrið
25/03 Lógvin
06/04
Likkan
13/04 Mýrisnípan
14/04 Lundin undir land
15/04 Steinstólpan
27/04 Lundin í lundalandið
04/05 Spógvin
15/05 Ternan

Nógv fylgja við, nær fuglarnir koma. Føroya Náttúrugripasavn hevur stóran áhuga fyri at frætta frá fólki, ið hava lagt til merkis komudagarnir hjá ymsum fuglum. Tí hava vit her á heimasíðuni eina undirsíðu nevnda “Nær koma fuglarnir?”. Her ber til at síggja yvirlit yvir, nær nakrir fuglar eru skrásettir á Velbastað. Um nakar hevur eitt slíkt yvirlit fyri onnur støð í landinum, ber til at senda ein teldupost til ngs@ngs.fo og boða frá. Eisini ber til at skráseta beinleiðis á síðuni, nær tit hava sæð teir ymsu fuglarnar fyrst.