Nú gjørt verður klárt at bora Norð um Fjall, kundi ein loysn verið at nýta ein part av grótinum úr tunlunum til at gera byrgingina um Haraldssund lidna, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum hevur sett landsstýrismanninum fyrispurning um málið.
Tað hevur verið frammi í politisku skipanini av og á at gera byrgingina lidna, men nú tunnilsarbeiðið nærkast hevur onki verið at hoyrt um hetta.
Tað hevur eisini verið frammi, at Klaksvíkar kommuna hevur gjørt avtalu um ein part av grótinum. Hetta skuldi tó ikki forða fyri, at byrgingin eisini verður gjørd liðug, uttan so, at avtala er gjørd um at veita Klaksvíkar kommunu alt grótið, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Byrgingin um Haraldssund er ongantíð gjørd heilt liðug og eru umstøðurnar at koyra ikki góðar, tá veðurlíkindini eru vánalig. Landsverk hevur gjørt fyrireikingar til eina verkætlan, sum skal gera byrgingina lidna, og Landsverk hevur í samferðsluætlanini fyri 2021-2024 mælt til, at verkætlanin verður gjørd beinanveg.
Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9756



