Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nær verður røktarheimið í Svínoy tikið í brúk?

Hans Arne Bertholdsen

Hans Arne Bertholdsen: Býráðssamgongan í Klaksvíkar kommuna hevur í farna valskeiði brúkt uml. 2 milliónir kr. til eitt nýtt røktarheim í Svínoy. Lítið hevur verið at hoyrt til hesa verkætlan frá okkara býráðslimum.

Skrivligur fyrispurningur

Býráðssamgongan í Klaksvíkar kommuna hevur í farna valskeiði brúkt uml. 2 milliónir kr. til eitt nýtt røktarheim í Svínoy. Lítið hevur verið at hoyrt til hesa verkætlan frá okkara býráðslimum.

Seinast eg var ì Svìnoy, bar eg eyga við ein stásiligan bygning sum nýliga var uppkomin, mær bleiv fortalt, at hetta var tað nýggja røktarheimið.

Í míni tíð sum býráðslimur var eg ímóti hesi verkætlan, men tíverri bleiv hon til veruleika.

Spurningarnir hjá mær eru hesir:

Nær kunnu vit vænta at røktarheimið verður tikið í nýtslu?

Hvussu nógv kemur røktarheimið at kosta, tá ið tað verður tikið í brúk?

Er peningur játtaður til rakstur av røktarheiminum?

Eg hevði hugsa at sett spurningarnar til Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, hon sat sum formaður í sosialu nevnd ímeðan byggingin fór fram, og segði gott fyri hesi verkætlan.

Um ikki, so kundi Jóhan Lútsen, núverandi formaður, svara spurningunum.

Vinarliga

Hans Arne Bertholdsen

Fyrverandi Býraðslimur.