Spurningurin um, hvørt brúkarin skal rinda alla íløguna í Vága- og Norðoyatunlarnar, verður alt meira aktuellur, nú tað nærkast, at Vágatunnilin hevur útgoldið lánini (fremmandafígging), ið er fíggjað við bummgjaldi.
Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum
1. Nær verður tann parturin útgoldin, sum er fíggjaður við lántøku í Vágatunlinum?
2. Er ætlanin, at allur útveganarkostnaðurin, tvs. eisini eginpeningsinnskotið frá landinum, skal gjaldast aftur við bummgjaldi? Um ja – hví.
3. Er heimild í lógini at krevja bummgjald, eftir at lánini til tunnilin eru útgoldin, um talan bara er um lántøku, ið skal fíggjast við bummgjaldi?
4. Um heimild er í lóguni at krevja bummgjald, eftir, at tunnulin er útgoldin. Hvørjum fíggjarligum leisti skal tað so gerast eftir?
5. Kann roknast við, at bummgjaldið verður strikað, tá tunnilin er útgoldin ella skal eitt ávíst gjald framhaldandi krevjast til rakstur og viðlíkahald av tunlinum?
Viðmerkingar
Spurningurin um, hvørt brúkarin skal rinda alla íløguna í Vága- og Norðoyatunlarnar, verður alt meira aktuellur, nú tað nærkast, at Vágatunnilin hevur útgoldið lánini (fremmandafígging), ið er fíggjað við bummgjaldi.
Tað, sum kom alment fram fyri nøkrum árum síðan, var, at allur útveganarkostnaðurin skuldi gjaldast aftur, t.v.s. eisini innskotið til eginpening frá landinum.
Spurningurin er, hvat hugtakið útveganarkostnaður fevnir um. Er tað eginpeningsinnskot og lán tilsamans ella er tað bara tann parturin, ið er fíggjaður við lántøku ella fremmandafígging.
Tá fari var undir at fyrireika verkætlanirnar, var almenna fatanin, at talan var um, at bara lánsupphæddin skuldi gjaldast aftur við bummpengum.
Líka mikið, hvør áskoðanin er um bummgjald, so er tað at gera mun á borgarum, um niðurstøðan verður, at samlaði kostnaðurin skal gjaldast aftur.
Nú tíðin nærkast, at lánini verða útgoldin, hevur borgarin og vinnulívið rætt at vita, hvat hendur við hesum bummgjaldi?
Á Løgtingi, 26. mai 2014
Eivin H. Jacbonsen




