Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg 37 mió kr. í halli

Oliver Joensen

Í tíðindaskrivi sigur JFK-Seafood at roknskapurin fyri 2003 vísir 37 mió kr. í halli og at umsetningurin var 79,3 mió. kr.

Roknskapurin hjá P/F J.F.K. Seafood fyri 2003 vísir eitt hall uppá 37 mió. kr. Umsetningurin í 2003 var 79,3 mió. kr., ið var 5 mió. kr. minni enn í 2002. Lønarútgjaldingarnar vóru 31,5 mió. kr. í 2003, ið er á leið tað sama sum í 2002.
Úrslitið fyri 2003 er sjálvandi ikki nøktandi. Felagið hevur havt tungan rakstur øll árini. Tað hevði ikki verið møguligt at komið so langt við verkætlanini uttan ein sterkan partnara, ið vit hava havt í Norway Seafood. Teir hava hvørja ferð verið sinnaðir at rætta eginpeningin uppaftur við at avskriva millumverandi við felagið. Tað fara teir eisini at gera hesuferð.
"Næraberg" byrjaði í 2000 at fiska svartkjaft og virka hann til surimi. Framleiðsluúrtøkan er batnað øll árini, men prísurin á surimi hevur verið nógv fallandi, serliga í fjør. Úrtøkan er farin úr 12-13% í 2001 og 2002 til umleið 20% í ár.
Skipið hevur verið á skipasmiðju síðan juni mánaða í ár, og verður aftur í Føroyum hálvan septembur. Broytingar eru gjørdar á verksmiðjuni soleiðis at góðskan á suriminum verður betri uttan at úrtøkan minkar.
Árini síðan 2000 hava verið ein lærutíð í at virka svartkjaft til surimi umborð á skipinum. Lærutíðin hevur verið dýr, men er eisini vorðin nógv dýrari orsaka av tí stóra prísfallinum á surimi.
Veiðinøgdin í fjør var umleið 35.000 tons í rundari vekt. Við einum umsetningi uppá 79,3 mió. kr. svarar tað til eitt veiðivirði pr. kg rundan fisk uppá umleið 2,25 kr. Við eini betri góðsku og hækkandi prísum framyvir eru útlitini fyri einum hægri veiðivirði pr. kg rundan fisk. Veiðivirðið pr. kg rundan fisk higartil í 2004 er á sama støði sum í 2003.
Lønarútgjaldingarnar vóru 31,8 mió. kr. í 2002 og 31,5 mió. kr. í 2003. Higartil í ár eru lønarútgjaldingarnar 15,8 mió. kr. við tað, at skipið ikki verður í rakstri frá juni til septembur, verða lønarútgjaldingarnar helst lægri í ár enn undanfarin ár.
Prísurin á surimi er uppgangandi, so vónirnar til tann framhaldandi rakstur eru batnaðar. Fiskiskapurin og framleiðslan umborð eru nú á einum nøktandi støði, serliga tá bæði úrtøkan og góðskan verða betri, sigur Hanus Hansen, stjóri á JFK-Seafood í tíðindaskrivi til Norðlýsið