Tað hevur gingið sera væl hjá Nærabergi hendan túrin. Teir eru sum kunnugt á svartkjaftaveiðu vestanfyri Írland, har nótabátarnir eisini hava havt góðan fiskiskap.
Næraberg kastaði fyrstu ferð náttina til mánadagin í síðstu viku og í skrivandi stund, (mikudagin), høvdu teir 500 tons av surimi inni umframt 150 tons av mjøli.
Veðrið hevur verið eitt sindur buldrarligt har á leiðini nú í nakrar dagar, men tó so, hevur Næraberg kunna fiska hvønn dag.
Manningin á Nærabergi telur 77 fólk, harav 20 kvinnur.
Um fiskiskapurin heldur sær nakrar dagar afturat, so kann roknast við at Næraberg verður aftur á Klaksvík fullfermdur einaferð í komandi viku.
Skálaberg góðan fiskiskap
Skálaberg fór av Klaksvík 13. januar og higartil hevur hann havt brúkiligan fiskiskap. Teir hava nú 280 tons í lastini og royna sum kunnugt í norskum sjógvi í Barentshavinum.
Seinastu dagarnar hevur vánaligt veður verið har á leiðini og hetta hevur tarnað fiskiskapinum nakað.
Sjúrðarberg
er júst komin í norskan sjógv í Barentshavinum og er júst byrjaður at fiska.




