Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg aftur á Klaksvík

John William Joensen

Næraberg kom aftur á Klaksvík ímorgin tíðliga (hósmorgunin) við 650 tonsum av surimi og 320 tonsum av mjøli.


Næraberg hevur fyri tað mesta roynt í ES-sjógvi henda túrin og fiskiskapurin hevur verið misjavnur. Túrurin hevur vart í 6 vikur og skal Næraberg leggja veiðuna upp hjá NFCS í Klaksvík. Eftir ætlanini skal skipið avstað aftur á miðdegi leygardagin.
77 fólk eru við Nærabergi, harav eini 20 kvinnur.
 
Sjúrðarberg
fór av Klaksvík týskvøldið á Flemish Cap á rækjuveiðu.