Hettar er seinsti túrurin hjá Nærabergi og hósdagin í komandi viku fer hann til Norra har arbeitt verður við at gera avloysaraskipið klárt.
Næraberg er í løtuni eystanfyri Ísland og hevur havt rímuligan fiskiskap.
Teir hava í løtuni 500 tons av Surimi og umleið 100 tons av mjøli í lastini og vera vantandi á Klaksvík fyrst í komandi viku.
Seinasti túrurin
Hettar er samstundis seinasti túrur hjá Nærabergi, sum hósdagin fer til Norra har fabrikkin skal flytast yvir í avloysaraskipið, Atlantic Navigator.
Avloysaraskipið far vantandi navnabroyting til Næraberg, og verður nýggi Næraberg á Klaksvík seinast í November mánaða.




