Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg fullfermdur eftir 14 døgum

Helgi Abrahamsen

Næraberg kom á Kollafjørð klokkan 5 seinnapartin í gjár. Tað skrivar facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

Næraberg kom á Kollafjørð klokkan 5 seinnapartin í gjár. Tað skrivar facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

Næraberg hevur gott 3.000 tons og er fullfermdur av frystum svartkjafti, sum hann hevur fiskað í 14 dagar. Teir hava fyri tað mesta roynt eystur úr Fugloynni.

”Hetta er ein av skjótastu túrunum skipið hevur gjørt. Harafturat er svartkjafturin væl størri og feitari enn í juli mánaði,” sigur skiparin, Kristian Dam í samrøðu við Sjómansmissiónina.

Hann sigur eisini, at hetta hevur verið ein góður túrur, bæði “so og so”. Veðrið hevur verið gott, útgerðin hevur rigga væl og so hevur verið væl at fingið.

(Meira kann lesast á síðuni hjá Sjómansmissiónini)