Mikudagin vórðu tríggjar vikur síðani at Næraberg fór til fiskiskap, og tá hevði hann 775 tons av frystum inni og harafturat 240 tons av mjøli.
Av tí frysta er meginparturin surimi, sum Næraberg hevur framleitt, men hann hevur eisini nakað av svartkjaftafløkum eisini.
Næraberg hevur roynt í altjóða sjógvi vestanfyri Írland og væntast at koma á Føroyar fyrst í komandi viku.
Skálaberg
er í norskum sjógvi. Hann fór av Klaksvík síðst í januar og hevur nú um 580 tons inni.
Fryst fløk er størsti parturin av lastini hjá Skálabergi, men Hanus Hansen, stjóri sigur við Norðlýsið, at Skálaberg hendan túrin hevur tikið eini 60-70 tons av rognum, sil, magar, høvd og uggar. Hetta er ein roynd at gagnnýta sum mest av tilfeinginum, sum kemur inn.
Sundaberg
Frá Sundabergi frættist at teir hava um 750 tons inni. Teir royndu fyrst í norskum sjógvi, men eru síðani farnir í russiskan sjógv í Barentshavinum at royna.
Sundaberg fer at sigla heim nú um vikuskiftið.




