Týsdagin kom Næraberg á Klaksvík. Teir høvdu 600 tons av surimi og 200 tons av mjøli inni. Hesin túrurin vardi í uml. 2 mánaðar, men umframt hesi 800 tonsini Næraberg leggur upp á land nú, hevur skipið á túrinum lagt 200 tons av surimi og um 100 tons av mjøli upp, so alt í alt var veiðan hesar tveir mánaðirnar 800 tons av surimi og 300 tons av mjøli.
Kvotan í føroyskum sjógvi er uppi nú og tí fer Næraberg ikki aftur til fiskiskap fyrr enn eftir nýggjár.
Næraberg leggur veiðuna upp á NFCS.
Sundaberg
er undir eysturgrønlandi. Hagani frættist frá sera smáligum fiskiskapi.
Sjúrðarberg
er við Svalbard og frá teimum frættist eisini frá smáligum fiskiskapi.




