Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg kemur aftur

John William Joensen

Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol sigur, at Næraberg verður aftur á Klaksvík mánadagin 13. september.

Gongur alt eftir ætlan, so verður Næraberg aftur á Klaksvík  mánadagin 13. september. Harvið verða aftur umleið 80 arbeiðispláss fleiri í landinum.
Tað er meiningin at Næraberg frameftir skal ganga út frá Klaksvík. Útlitini fyri svartkjaftinum eru heldur betur nú. Prísirnir á surimi ganga uppeftir og tí er normenn rættuliga bjartskygdir, skilja vit aðrastaðni frá.
Eftir ætlanini so kemur Næraberg sum sagt til Klaksvíkar mánadagin 13. september og ætlanin er at hann skal á fiskiskap longu 15. september.
Í løtuni liggur Næraberg á verfti í Noregi har ymiskar umvælingar og ábøtur eru gjørdar á skipið.
Norðlýsið er vitandi um, at norsku eigararnir hava vilja havt American Monarc, ið normenn eisini eiga og sum er eitt nógv størri skip enn Næraberg inn í fiskiskapin her eftir svartkjafti ístaðin fyri Næraberg, men hesin spurningurin er ikki avgreiddur enn.

Skálaberg
Fiskiskapurin hjá Skálabergi hevur verið haldur lakari í seinastuni, teir hava umleið 170 tons inni.

Harleyfacadeacryl