Næraberg landar í løtuni gott 2000 tons av sild í Hollandi
Hanus Hansen, reiðari, sigur at fiskiskapurin hevur gingið sera væl. Næraberg hevur fiska í Norskum sjógvi og landar hendan túrin í Hollandi.
Tað er umleið 14 dagar síðan farið var til fiskiskap og sambært reiðaranum verður veiðan av næsta túrinum løgd upp til frystihúsið í Norðhavnini.




