Óli Jacobsen sigur at framferðin hjá formanninum í Fiskimannafelagnum er óhoyrd og tað sama sum at kubba høvdið av arbeiðsplássunum umborð á Nærabergi
Eg havi sum so ikki ætlað mær at leggja meg úti kjakið á Norðlýsinum í samband við Næraberg.
Men tá tað bæði her og í øðrum sambandi verður ført fram, at sáttmálarnir hjá fiskimonnum bert versnaðu fyri hvørja samráðing í míni formanstíð er hetta sjálvsagt ikki rætt.
Línusáttmálin hevur verið nevndur, og hann skal eisini takast sum dømi. Tá eg byrjaði í FF gav línusáttmálin 50% til manningina. Býtt varð við 2½ eykapørtum.
Við miðal manningartalinum í 2008, vildi hetta svara til 42,1%. Verandi býtisprosent er 43.
Verður frítíðarlønin roknað uppí er parturin hjá fiskimonnum farin úr 45 upp í 48,2%. Aftturat hesum letur reiðarin um 1% í eftirlønargjaldi. Saman umtikið er talan munndi hækkingar í tí parti av veiðuni, sum fiskimenn fáa.
Afturat hesum kemur, at FF í míni tíð hevur verið við til at útvegað fiskimonnum eina uppá seg munandi bøtta inntøkutrygd og skattalætta. Felagið hevur eisini barst fyru hægst møguligum fiskaprísum og veiðurættindum. Tikið saman um hava umstøðurnar hjá manning á ísfiskalínuskipum verið munandi bøttar fyri ein stóran part takkað verið FF.
Annað briksl er á sama støði.
Nótasáttmálin
Eitt av innleggunum á kjaksíðuni hjá Norðlýsinum sigur, at “eg veit, at tað vóru menn við tann verandi nótaskipaflotan, sum stódu á odda fyri at fáa Óla frá og Jan í sessin.”
Hetta kann eisini nýtast sum eitt dømi um, at inntøkur fiskimanna valdast ikki bert prosentir.
Tað kann vera frægari at fáa færri prosent av nógvum, enn fleiri prosent av minni, fyri ikki at tala um nógv prosent av ongum.
Nótaflotin hevði upprunaliga 26,5%. Men tá ið skip sum nýggi Christian í Grótinum komu, høvdu teir ikki møguleika at klára seg við hesum sáttmála. Teir á seinnna Christian í Grótinum fingu fyrst 16 og síðan 17,5% og hava tískil bert merkt hækkingar í sínum manningarparti. Samstundis er manningartalið minkað, so parturin pr. mann er stórt sæð óbroyttur.
Uttan hendan sáttmálan hevði Christian í Grótinum neyvan verið komin.
Veiðuvirðið gjørdist so stórt, at manningini fekk millum hægstu inntøkur yvirhøvur ikki bert í Norðoyggjum men í øllum Føroyum. Umframt hetta hava teir hesi 11 árini fingið ein skattalætta hvør uppá millum kr. 300.000 og 400.000. Hetta høvdu teir ikki fingið uttan mín leiklut.
Takkað verið hesum sáttmála kunnu hesir somu menn nú í næstu framtíð fáa tann besta kjansin í Føroyum bæði til inntøkumøguleikar og umstøður umborð.
Høvdu hesir menn kunnað skrúvað tíðina aftur, høvdu teir við “teirra formanni” framvegis siglt við tí gamla Christian í Grótinum! Tað kundi verið stuttligt at frætt frá teimum, um teir vildu býtt um!
Avhøvding av Næraberg
Viðvíkjandi Næraberg er stutt at siga, at hann er komin í flotan við játtan frá FF um sáttmála sum eitt nótaskip, sum hann hevur líkst mest.
Nú eitt ár er farið krevur formaðurin, at skipið skal nýta ídnaðarsáttmála sum upprunaliga var gjørdur fyri skip við fimm monnum, og sum tóku eini 200 tons. Hetta verður enntá gjørt uttan at hetta er lagt fyri nevnd felagsins, sum er ein óhoyrd mannagongd.
Tey hava rætt, sum siga, at hetta er tað sama sum við vilja at kuppa høvdið av skipinum og tess arbeiðsplássum. So einfalt er tað.
Óli Jacobsen




