Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nærkast Hallur útlandinum?

Jákup Ósá

Tað ganga nógvar søgur um, at Hallur Hansson verður seldur innan stutta tíð. Men bæði Víkingur og umboðsmaðurin vísa aftur, at hann er um at vera seldur.

Tað ganga nógvar søgur um, at Hallur Hansson verður seldur innan stutta tíð. 


Føroyar vunnu í november á Grikkalandi og hetta hevur skapt øktan áhuga fyri føroyskum leikarum, sigur ein av føroysku leikaraumboðsmonnunum Jákup í Stórustovu.

– Áhugin fyri føroyskum leikarum er stórur og seriøsur. Eitt úrslit sum tað móti Grikkalandi ger tað ikki verri og ei heldur úrslitini hjá føroysku feløgunum og U21 landsliðnum í ár. Arbeitt verður við ymiskum, og tað er ikki óhugsandi, at onkur leikari ger sáttmála uttanlands, tá flytingarvindeygað er opið í januar, sigur Jákup í Stórustovu, sum ikki vil seta navn á nakran leikara.

Víkingur: Ikki meir enn vanligt

Í Víkingi hava teir gjørt ein sáttmála við Hall Hansson fyri 2015. Ólavur Thomsen er formaður í Effonevndini hjá Víkingi.

– Vit hava sama hóp sum seinasta ár. Áhugi er altíð fyri leikarum, men ikki meir enn vanligt. Sum støðan er nú, so fáa við Gert Hansen afturat hópinum í fjør og vit hava ikki ætlanir um at styrkja okkum meir. Tó broytist tann støðan, um vit missa onkran leikara, sigur Ólavur Thomsen.

Komandi mánaðirnar koma so at vísa, um Hallur Hansson verður verandi í Víkingi ella um hann verður seldur av landinum áðrenn kappingarbyrjan, sum nógvar leysasøgur siga í løtuni.