Frá vøggu til grøv, ynskja og vilja vit kenna okkum væl. Vit vilja kenna okkum hoyrd og vird. Tað er ein grundleggjan tørvur fyri at trívast. Tá ið eldraøki varð lagt út til kommunurnar 1. januar 2015, vóru vit vitandi um, at tænasta helst ikki var nøktandi. At skipanin innan eldraøki, eins og onnur øki, er ov stirvin. At bústaðarmøguleikarnir fyri nøkur eru ótíðarhóskandi. Tí valdi stýrið at gera eina nøgdsemiskanning, so vit meira nágreiniliga kundu seta kósina fyri betringum.

Nøgdsemiskanningin
Nøgdsemiskanningin gav upplýsingar um m.a. praktiskar og sosialar manglar. At eldri borgarar ynskja at fáa hjálp til tað tey ikki megna, heldur enn eitt bundið tilboð um t.d. matarskipan. Tey eldru kenna seg einsamallan, eisini á stovnum og heimum. At fáa aðra nærveru enn mat og bað er eisini umráðandi. At starvsfólk ella avvarðandi kunnu lesa, syngja ella bara vera til staðar, skapar nøgdsemi og tryggleika.
Visiónin fyri eldraøkið
Fyrsta uppskot um fíggjarætlan fyri 2017 er komin á borið, og raðfestir hon betringar við støði í nøgdsemiskanningini. Avvarandi kommunur fáa nú uppskotið til viðgerar. Visiónin fyri framtíðar eldraøki er orðað:
“Norðoya Bú- og Heimatænasta strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni. Norðoya Bú- og Heimatænasta vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.”
Álit, høgt fakligt støði og virðing
Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing. Hetta er nú sett út í korti. Vit hava longu í ár hækka játtana og fíggjarárið 2017 hækkar játtanin uml. 6 mió kr. Tey ið undan hava slóða, hava góð og virðilig kor uppiborið. At vera avvarandi hjá eldri fólkum, krevur eisini sítt og er tryggleikin til staðar, trívast vit øll, ung sum eldri!
Signhild V. Johannesen, valevni Javnaðarfloksins