icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næst elsta fótbóltsfelagið fylti 99 um vikuskiftið: KÍ-føðingardagur í dýrdarveðri

(
John Færø)

Tað var ein hugnalig uppliving at vitja á fótbóltsvøllinum leygardagin, har KÍ í góðum veðri hátíðarhelt sín 99-ára stovningardag við ymiskum ókeypis tiltøkum, sum ikki óvæntað mest vórðu ætlaði børnunum, men eisini tey vaksnu sluppu framat, eitt nú at luttaka í brotssparkskappingum o.ø.

Hetta tiltakið er enn eitt dømi um, at tað ikki altíð nýtist at kosta so nógv fyri at fáa ein sera hugnaligan og lívsjáttandi dag.

Tiltøkini hendan dagin byrjaðu við eini skrúgongu við Klaksvíkar Hornorkestri, Klaksvíkar Fimleikarfelag, Silva og sjálvandi eisini KÍ’arum, sum marsjeraðu úr Klaksvíksgarðinum heim á vøllin, har Gestur Hovgaard, formaður í KÍ, bjóðaði vælkomin.

Síðani byrjaðu nógv ymisk tiltøk á vøllinum, eitt nú hoppiborg, rodeotarvur, jongleringskapping, brotssparkskapping, rulluskoytukapping, forðabreyt, kapping í FIFA 2003, KÍ-café.

Á pallinum, sum var bygdur út frá miðjuni í áskoðaraskýlinum var ymiskt undirhald á skránni. Gyklarin Ásbjørn og búktalarin Absalon, framførdu ymiskar snildir saman við dukkuni Nikláa, og Karl Martin Samuelsen sang eisini barnasangir fyri og saman við teimum mongu føðingardagsgestunum.

Tiltakið endaði við, at Silvi vitjaði, og fimleikarfelagið gjørdi Silva-seriuna.

Um kvøldið var ein stór konsert í KÍ-høllini, ið varð nevnd “Landaplágur á palli”. Umframt allar tær kendu røddirnar, ið sungu landaplágur, undirhildu Sámal Eyðfinn Akursmørk og Finn Johannessen.
Gunnar Nolsøe var frásøgumaður.

Tað vóru tveir troyttir, men sera væl nøgdir Finn Johannesen og Bill McLeod Jacobsen, sum leygarkvøldið kundu staðfesta, at føðingardagstiltakið hjá KÍ hevði eydnast sera væl.
– Vit eru sera væl nøgdir við tiltakið, og eisini ógvuliga takksamir fyri alla ta góðu hjálp, sum gjørdi hesi tiltøk møgulig, søgdu teir báðir høvuðs fyrireikararnir eftir loknan KÍ-føðingardag.
– Her hava nógv ymisk fólk gjørt eitt stórt arbeiði, og tá so er, ber tað til at skipa fyri einum degi sum hesum.