Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næstan 10.000 vitjandi á Sjómannadøgunum í Klaksvík

Føroya Sjómannadagur

Alla vikuna hevur Føroya Sjómannadagur skipað fyri tiltøkum, sum hava verið sera væl vitjaði og niðurstøðan hjá fyrireikarunum er at ársins Sjómannadagur setti met.

Mánakvøldið 80 vitjandi til fyrilestur hjá Livar Nysted í Eik. Týskvøldið 350 vitjandi til fyrilestur hjá Arna Vatnhamar í Skúlanum við Ósánna. Mikukvøldið 150 vitjandi til fiskivinnuting í Skúlanum við Ósánna og Hóskvøldið 360 vitjandi til fyrilestur hjá Hans Andrias Sølvará í Skúlanum við Ósánna.

Fríggjakvøldið vóru umleið 900 vitjandi til fiskikapping á Kósabrúnni og til vatnkríggj fríggjakvøldi vóru 1.800 vitjandi

Leygardagin førdi Froya tilsamans 200 fólk til Mikladals at síggja Kópakonuna.

Tilsamans 3.000 talerkar vóru deildir út frá Fiskabuffe-ini. Tá mest var av fólki tók tað næstan 1,5 tíma hjá fólki at koma framat borðinum. Mett verður at eini 6.000 børn og vaksin vitjaðu í Klaksvíksgarðinum leygardagin.

Sostatt hava næstan 10.000 vitjandi verið til tiltøkini hjá Føroya Sjómannadegi í ár – so 10. Sjómannadagurin setti met.