Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næstan 2000 fólk í KÍ-høllini

John William Joensen

Ímillum 1700 og 2000 fólk vóru í KÍ høllini til tiltak sum trúðboðanarskipið Doulos skipaði fyri


Tað hevur ikki verið ofta at so nógv fólk hava verið í KÍ-høllini. Báðar rekkjurnar av áskoðaraplássum vóru fullsettar og harafturat var allur vøllurin fullsettur av fólki.
Nógv fólk stóð aftast móti inngongini tí tey fingu ikki pláss at sita..
Hjørleif Vang sum hevur samskipað vitjanina hjá Doulos i Føroyum, sigur at manningin umborð á trúðboðanarskipinum er sera glað um vitjanina.
– Skipið er fullastað við olju sum er latin av virkjum og fyritøkum í Føroyum.
– Harafturat hevur tað verið ein stríður streymur av mati umborð á skipið meðan tað hevur ligið í havn í Klaksvík.

Nógvir bjóða seg fram
Leygarmorgunin var fundur fyri handverkarum og maskinmonnum umborð á Doulos. Fyrireikararnir søgdu at tey høvdu vónað at einir 10 -15 maskinmenn komu til fundin men í staðin varð skipið fullsett.
Leiðarin fyri OM greiddi frá at nú felagsskapurin hevur keypt gomlu Norrønu er ætlanin at umbyggja hana. Til hetta arbeiðið krevst sjálvboðin hjálp og heittu teir á føroyskar maskinmenn og handverkarar at fara niður til skipið nú í summar meðan tað liggur í Keypmannahavn.
Skiparin greiddi frá, at Maskinstjórin sum í løtuni er umborð á Norrønu er fangi umborð á skipinum.
– Hann er einsamallur maskinmaður og tí sleppur hann ikki av skipinum.

Tiltakið í KÍ høllini
Tað var ikki nakað vanligt møti vit upplivdu í KÍ høllini. Heldur var talan um eina framsýning av dansum frá ymiskum londum kring um í heiminum.
Serliga kvinnurnar úr Korea vóru imponerandi at síggja.
Dansurin tær framførdu var ein kongaligur dansur, og ein ímyndaði sær ein vakran páfugl sum dansaði.
Eisini upplivdu vit dansir úr Írlandi, Skotlandi, Austraien, India o.m.a..
Skiparin sang eisini sálmin, "Lat hitt lægrað ljósið brenna", og endaði fundin við at heita á maskinmenn, elektrikarar og øll sum hava áhuga um at melda seg sjálboðin at hjálpa til í OM felagsskapinum.

Eitt sera væleydnað og væl fyriskipað tiltak.
Suttligt at síggja klaksvíkingar úr øllum trúðarbólkum møta fjølment til tiltakið.
Doulos liggur á Klaksvík í dag og fer avstað aftur á miðnátt við kós móti Frankarríkið.