Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Næstbesta liðið hjá KÍ liggur til niðurflyting

Jákup Ósá

KÍ tapti botndystin í Streymnesi í dag og liggur til niðurflyting undan síðsta umfarinum.

Tað er ein stórur møguleiki fyri, at eingin 1.deildarfótbóltur verður í Klaksvík í 2026. Tí KÍ tapti botndystin 1-0 móti EB/Streymi í dag og liggur nú undir niðurflytingarstrikuni undan síðsta umfarinum. KÍ hevur verið í fríðum falli í longri tíð og hevur bara vunnið tveir dystir eftir summarsteðgin. EB/Streymur hevur einki at spæla fyri í bestu deildini og hevur síðstu umførini raðfest, at gera eina bjargingarrroynd við 1.deild. T.d. hevur U21-landsliðsleikaran Virgar Jónsson spælt við næstbesta liðnum síðstu tvey umførini.

Í síðsta umfarinum hevur KÍ heimavøll móti botnliðnum 07 Vestur, meðan EB/Streymur spælir á útivølli móti B36, ið liggur á 6. plássi og einki stórvegis hevur at spæla. Hjá KÍ er ikki nokk at vinna, tí tað krevst eisini, at EB/Streymur ikki vinnur sín dyst, og tí er hugsandi, at dagsins dystur var avgerandi fyri, hvør flytir niður í 2.deild.