Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næsti fyrilesturin í røðini um sálarheilsu og sálarsjúku

Tíðindaskriv

Sum áður lýst, verður í samband við virksemi hjá Økispsykiatriini í Norðstreymi, skipað fyri eini røð av fyrilestrum komandi mánaðirnar. Fyrilestrarnir verða allir í felagsskúlanum á Oyrabakka.

Sum áður lýst, verður í samband við virksemi hjá Økispsykiatriini í Norðstreymi, skipað fyri eini røð av fyrilestrum komandi mánaðirnar. Fyrilestrarnir verða allir í felagsskúlanum á Oyrabakka.

Ætlanin er, at skipa fyri 5 fyrilestrum, har fokus verður sett á sálarheilsu og sálarsjúk, hvørji eru eyðkennini, hvar kann ein venda sær og hvørja hjálp kann ein fáa.

Eins og við øllum øðrum sjúkum er umráðandi at fáa staðfest so tíðliga sum gjørligt, um talan er um sjúku, so viðkomandi kann fáa skjóta og rætta viðgerð.

Nú verður bjóða til næsta fyrilesturin í hesi røð.

Almennur fyrilestur um tunglyndi verður á Felagsskúlanum á Oyrarbakka týskvøldið 24.novembur kl. 19.00

Tormóður Stórá leiðandi yvirlækni og serlækni innan psykiatri á Psykiatriska deplinum, kemur at halda fyrilestur um evnið.

Umframt fyrilesturin, verður eisini upplegg, har greitt verður frá egnum upplivingar av tunglyndi.

Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður í steðginum.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Økispsykiatriin/Psykiatriski depilin.