Sum navnið sipar til, so er Næstved Boldklub eitt fótbóltsfelag úr suðursælendska býnum Næstved. Felagið spælir í donsku 2. deildini, triðbestu deildini. Næstved Boldklub varð endurstovnað 1. oktober 1996 og er yrkisligi yvirbygnaðurin av móðurfelagnum Næstved Idræts Forening. Næstved IF varð stovnað 5. mars 1939, tá Næstved IK og Næstved BK løgdu saman aftur. Næstved BK varð stovnað av fyrstan tíð í 1924.
Annað undanfelagið til FCK, Kjøbenhavns Boldklub, varð stovnað í 1876 og spældi fyrsta dyst tann 7. september 1879. Sama FCK, sum Todi Jónsson vann danska meistaraheitið við í árinum 2001. Í Næstved vóru tey eisini skjót til at taka undir við fótbóltsspælinum. Longu í 1886 spældu tey fyrsta dystin, um vit kunnu kalla tað so. Tað vóru ungfólk frá Kornbakkekvarteret og Sandstrædet, sum vóru savnaði. Bólturin var ein svínabløðra fylt við sandi og fyri at stuttleikin skuldi vara eitt sindur longri, so varð bannað leikarunum at vera í fótbúnaða av nøkrum slag. Ilt er at siga, hvør vann, men allarhelst steðgaði dysturin, tí bólturin brast.
Nøkur ár seinni kappaðust tvey lið frá Gramsvej og Lindevej um fyrstaplássið, men neyvan undir skipaðum viðurskiftum.
Rundan um aldarskiftið 1900 vóru Arbejdernes Idrætsklub og Næstved Kricketklub við til at stovna Sjællands Boldspil-Union og kundu vísa á góð úrslit, men bæði vóru eisini klár yvir, at best var at finna saman til eitt felag. Tað hendi tann 19. oktober 1904, sama ár sum KÍ og HB, saman við Næstved Idrætsklub, sum varð stovnað árið fyri. Endamálið var “gennem en saa alsidig Idræt som mulig at give Klubbens aktive Medlemmer Lejlighed til at anvende deres Fritid paa en for deres Legeme sund og udviklende Maade samt give Medlemmerne Lejlighed til at tilbringe fornøjelige Timer sammen”; atlit vórðu sostatt tikin bæði viðvíkjandi tí ítróttarliga og vertskapinum.
Rumbul valdaði frá byrjan, men N. Ødum lærari tók við sum formaður. Felagið varð býtt sundur í sjálvstøðugar deildir og so kom framgongdin. N. Ødum lærari sat sum formaður í meira enn 20 ár og felagið varð væl drivið fíggjarliga.
Næstved var avgjørt millum fremsti liðini á Sælandi og í 1907 dittaði man sær at bjóða danska landsliðnum av. Landsliðið var mannað við frægum leikarum sum Johannes Gandil, Charles Buchwald, Emil Jørgensen, Oskar Sørensen Windinge, Harald Bohr og Kristian Gyldenstein. Landsliðið gjørdi bart og vann 15-0. Í 1912 vann Næstved hinvegin 3-1 á Rostocker Fussballklub.
Eftir fyrra heimsbardaga tóktist at koma nýtt lív í Næstved Idrætsklub og hildið varð, at felagið var tað størsta í landinum, tá ið høvuðsstaðurin ikki var íroknaður, við 552 limum. Tað gekk eisini sera væl á vøllinum. Kortini kom felagið í satt ódnarveður í byrjanini av 1920-árunum og í desember í 1924 rýmdu ein stórur partur av fótbóltsleikarunum og stovnaðu eitt nýtt felag: Næstved Boldklub. Felagið varð stovnað 9. desember 1924.
Í heili 24 ár stríddist felagið kortini við at fáa eitt fast tilhaldsstað. Stríðið gav úrslit í 1928 og 14. juli 1929 varð nýggi leikvøllurin vígdur á Dyrskuepladsen. Stutt eftir varð eitt annað ynski útint, tí felagið fekk eisini eitt klubbhús.
Fram til fyrra heimsbardaga vann Næstved Boldklub bara eina ferð Sælandsmeistaraheitið (í 1931-32), men seks ferðir var felagið í finaluni frá 1903 til 1918. Í 1934-35 vann felagið seg í Meistaradeildina (Superliguna) við at vinna á H.I.K. frá Keypmannahavn, men steðgurin var stuttur, tí liðið niður aftur árið eftir. Í 1939 løgdu Næstved IK og Næstved BK saman aftur til Næstved Idræts Forening.
Næstved IF spældi í næstbestu deildini, 2. deild, frá 1948 til 1960 og aftur frá 1964. Í 1971 vann felagið 2. deild. Frá 1972 til 1996 spældi Næstved IF – tó árið 1977 undantikið – í bestu deildini. Tvær ferðir vann felagið silvur, í 1980 og 1988, meðan felagið fýra ferðir endaði á 3. plássi.
Besta úrslitið hjá Næstved Boldklub var í 1980 við Torben Storm við róðrið, tá felagið var eitt minutt frá at vinna danska meistaraheitið. Yrkisfótbóltur var júst innførdur í Danmark og við einum sigri kundi Næstved vinna meistaraheitið. 20.315 áskoðarar fylktust inni á Næstved leikvøllinum og sóu Peter Bonde, núverandi venjari hjá Jóannes K. Danielsen, leggja Næstved á odda 1-0, men KB og Hans Aabech vildu tað øðrvísi, tá Aabech skallaði bóltin í málið í evstu løtu til javnleik 1-1. Tískil vann liðið frá Keypmannahavn meistaraheitið. Jesper Olsen var sostatt tætt við at vinna danska meistaraheitið, áðrenn hann endaði í Ajax Amsterdam, vann sær pláss á danska landsliðnum og síðani Manchester United. Í 1988 endaði Næstved aftur í 2. plássi við Mark Strudal og Ole Kjær á liðnum. Strudal endaði síðani í sveisiska Grasshopper.
Í 1992 vóru aftur boð eftir Mark Strudal, sum nú stríddist við at vinna sær pláss á Vejle-liðnum. Strudal skoraði 8 mál í 8 dystum, men kundi ikki vera við í seinasta dystinum ímóti Frem undir leiðslu av Ole Mørch. 11.000 áskoðarar sóu Frem leggja seg á odda 2-0. Støðan helt sær langt inn í seinna hálvleik, men Søren Juel skallaði bóltin í málið til 1-2. Eitt satt lammiterilsi kyknaði á Næstved leikvøllinum. 10 minuttir eftir, 10 minuttir, sum høvdu alt at siga, 10 minuttir, har leikarar og áskoðarar góvu alt. Og undrið hendi. Ein høgur bóltur kom innfyri, har liðskiparin, Jesper Bo Pedersen, setti høvdið á og javnleikur 2-2. Næstved varð bjargað í evstu løtu.
Felagið vann seg í 1994 í donsku steypafinaluna, men Brøndby IF vóru ov sterkir og fóru við sigrinum aftan á brotssparkskapping. Higartil einastu ferð, at felagið hevur staðið í steypafinaluni.
Tað gekk kortini ikki í 1996 ímóti Herfølge og Jákupi Mikkelsen, sum nú royndi seg í Herfølge málinum og sum hann vann danska meistaraheitið við í árinum 2000, tá spældi Næstved fyri fyrstu ferð í 37 ár aftur í 2. deild (3. bestu deildini). Fyri Næstved gjørdist talan um eina sanna jojo-tilveru, men altíð hevur fíggjarliga atlitið vigað tyngst.
Millum kendastu leikarar hjá Næstved er Erik Dyreborg, sum 24. september 1967 skeyt 5 mál ímóti Norra sum 2. deildarleikari. Samanlagt skoraði Dyreborg 6 mál í 8 landsdystum, áðrenn útlandið kallaði. Nú skal føroyski landsliðsleikarin, Jóannes Kalsø Danielsen, vera við til at flyta Næstved Boldklub fram aftur í fremstu donsku fótbóltsrøðina. Spennandi verður og vit ynskja honum bestu eydnu!
Keldur:
Johannes Gandil: Dansk fodbold (1939)
Søren Højlund: Superligaen i 25 år (2016)






