Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nakrar góðveðurs myndir

Jóhanna Magnusardóttir – praktikantur

Veðrið í Føroyum er sera skiftandi, tað vita vit øll. Í síðstuni hevur tó verið meiri skiftandi enn vanligt. Ein dag regnar tað av grimd, og dagin eftir er fagrasta veður og sólskin.

Summarið í Norðoyggjum hevur ikki verið av tí besta nógv høgætt og sera nógv væta, Í gjár var tó ein sera vakur dagur, og fullmáni var eisini. Vit leitaðu okkum tí ein túr niðan í Gravardal, og seinni á kvøldi, tá mánin var høgt á himni, ein tú niðan á Borðoyavík við myndatólinum.