Hóast vindurin leikar í kring um okkum, so eru vit í Klaksvík sloppin væl undan higartil. Ídag byrjaði dagurin við rættuligari høgættargron, men sum dagurin leið, makaði hann veðrið og seinnaparturin hevur verið sera góður.
Tað sær út til at skarvarnir ikki hava funnið útav at tað enn er loyvt at skjóta teir. Stutt uttanfyri tey uttastu húsini á Oyri taldi eg á leið 60 skarvar í einum flokki. Men kanska hava menn etið ov nógv á jólum og hava ikki hug til skarvasteik júst nú.
Her eru nakrar myndir frá skýmingini ídag:




