Tað gongur mót ljósari tíðum. Longu nú er dagurin longdur við einum tíma og 20 minuttum síðani stytsta dag, og tað merkist.
Hóast allir dagar vit hava fyri framman til tað rættuliga fer at vára ikki vera líka ljósir sum hesin, so kunnu vit tó njóta vakra kavaumhvørvið vit hava ídag, (ímeðan eg var í ferð við at avmynda HÚKIN í góðveðrinum, sungu næmingar á Tekniska Skúla fyri mær “Latið húkin standa”, meðan teir vóru í ferð við at byggja eitt kavahús) hygg bert:




