Kl. 10 fyrrapartin leygardagin, lata systrarnar báðar, Elna og Unn upp nýggjan handil í hølunum har matvøruhandilin hjá Hjørleif á Vágsheygnum áður helt til.
Tá vit vitjaðu inn á gólvið mikudagin, vóru tey í ferð við at leggja seinastu hond á tilriggingina av handlinum.
Tær báðar systrarnar, Elna Biskopstø og Unn Østerø, rokaðust við at fáa alt upp á pláss. Vit eru sera spentar uppá at lata upp. Navnið á handlinum, Nálin, sigur kanska eitt sindur um hvørjar vørur vit fara at føra.
Størsti denturin verður lagdur á gardinur, gardintoy og at seyma gardinur. Harafturat hava vit eitt gott úrval av gardinstongum.
Men nógv annað forvitnisligt er at fáa í nýggja handlinum, so sum ymiskt til ítriv, prýðislutir og ikki minst fara vit eisini at hava eitt breitt úrval av dýnum og kodum. Eisini fara vit at føra ávísa nøgd av gávulutum.
Leygardagin ætla vit at gera nógv burturúr, sigur Elna Biskopstø, vit fara at bjóða øllum, sum støkka inn á gólvið, ein góðan kaffimunn, og Tórgerð hjá Hjørleif hevur lovað at bakað horn til leygardagin, so øll tit sum koma at vitja fáa ivaleyst eina hugnaliga løtu.




